Donsku uppsjóvarskipini Isafold og Beinur eru til fiskiskap í altjóða sjógvi nú um jólini.
Jólaaftan høvdu vit eina grein um at føroysku skipini hildu jólafrí, og at talan eisini var um fjarfiskaflotan, sum er heldur sjálsamt.
Danska uppsjóvarskipið Beinur lá á Havnini í fleiri dagar í vetur (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)
Seinastu vikurnar hava vit sæð donsku skipini Beinur og Isafold við bryggju í Føroyum.
Beinur hevur ligið á Havnini og Isafold lá fyrst í Ánunum, og síðani stutt á Signabø.
Isafold (Savnsmynd: Gorm Niclassen)
Stutt fyri jól loystu skipini, og settu kós móti fiskifeltinum í altjóða sjógvi.
Danska uppsjóvarskipið Astrid liggur á Vági, har skipið hevur ligið í fleiri vikur.
Fleiri føroyingar sigla við donsku uppsjóvarskipunum Beinur, Isafold og Astrid.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald