2025-11-06 13:20
Danska uppsjóvarskipið Beinur hevur seinastu tíðina fiskað makrel, og hevur landað feiri lastir í Føroyum.
Beinur skal bunkra, og skifta eina oljupumpu til motorin áðrenn skipið fer á sildaveiðu í altjóða sjógvi. Arbeiði tekur tað mesta av hesi vikuni.
Seinasut tíðina hevur Beinur fiskað makrel í bretskum sjógvi, og fiskiskapurin heuvr verið góður.
Tað sermerkta er at kiloprisúrin eisini hevur verið sera góður, og upplýst verður at Beinur hevur fingið umleið 33 krónur í miðal fyri makrelin.
Tað er familjan Tindskarð, sum eigur danska uppsjóvarskipið Beinur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald