2026-01-31 16:40
Christian í Grótinum hevur landað størstu lastina av sild til matna, sum Pelagos hevur tikið ímóti og hevur tikið metið hjá Gøtunes, sum landaði beint undir 2.698 tons til Varðan Pelagic í síðstu viku.
Samlaða nøgdin hjá Christian í Grótinum gjørdist knapt 2.703 tons.
Talan er um bruttotøl.
Christian í Grótinum hevur fiskað sild í norskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður hendan túrin.
Christian í Grótinum fór aftur til fiskiskap tá ið liðugt var at landa, og tá fór skipið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald