Christian í Grótinum skal landa svartkjaft í Fuglafirði

Christian í Grótinum skal landa umleið 3000 tons av svartkjafti til Havsbrún

Savnsmynd: Eyðun Gullaksen

Savnsmynd: Eyðun Gullaksen

2022-04-14 16:56 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Christian í Grótinum fór í nátt at sigla inn av svartkjaftafeltinum.

Teir hava fiskað svartkjaft sunnanfyri í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið smáligur, tó bragdaði nú til endans.

Hetta hevur tó verið ein gyltur møguleiki at royna skipið, sigur Bogi Rasmussen, skipari og ein av eigarunum.

Christian í Grótinum skal byrja at landa nú seinnapartin, og tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur á svartkjaftaveiðu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder