2026-02-14 12:47
Uppsjóvarskipið Christian í Grótinum er ávegis á Fuglafjørð, har skipið skal landa lodnu.
Christian í Grótinum hevur verið á nótaveiðu eftir lodnu í íslendskum sjógvi, og við til lands hevur skipið 1.280 tons, sum skal landast til Pelagos.
Í løtuni landar grønlendska uppsjóvarskipið Polar Amaroq umleið1.000 tons, og teir verða lidnir seint í kvøld, síðani sleppur Christian í Grótinum framat at landa.
Tá ið Christian í Grótinum hevur landað, verður farið aftur á lodnuveiðu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald