placeholder
Innanlands

Christian hevur landað svartkjaft í Fuglafirði

Christian kom í gjár á Fuglafjørð við 2000 tonsum

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2021-03-22 15:50 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Christian kom í gjár á Fuglafjørð, har teir skuldu landa.

Teir hava verið á svartkjaftaveiðu í altjóða sjógvi vestan fyri Írland.

Teir høvdu 2000 tons við til lands, sum teir landaðu til Havsbrún, har svartkjafturin verður framleiddur til mjøl og lýsi, og síðan til fóður.

Christian fer væntandi ikki aftur til fiskiskap fyrr enn svartkjafturin kemur í føroyskan sjógv í apríl mánaða. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder