Innanlands

Byrja fiskiárið við andakt

Línuskipið Jógvan I var til fiskiskap í 334 í fjør, og árið hilnaðist væl í nøgd

Heri Henriksen, skipari á Jógvani I (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Heri Henriksen, skipari á Jógvani I (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2021-01-03 22:25 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Fyrst í desembur var lítið at fáa hjá línuskipunum undir Føroyum, og menn vóru eitt sindur í døpurhuga. Tíbetur batnaði fiskiskapurin og tá skipini góðust undan jólum, var fiskiskapurin brúkiligur. Tí havi eg gott mót og eri spentur at fara avstað aftur, sigur Heri Henriksen, skipari á Jógvani I.

- 2020 hilnaðist væl í nøgd tí vit fiskaðu 1850 tons. Skipið var eisini nógv í vinnu, tí tað var til fiskiskap í 334 dagar. Tað er gjørligt, tí vit hava dupulta manning.

Tíverri fall prísurin fleiri krónur fyri hvørt kilo, so vit seldu fyri góðar 33 milliónir krónur.

Hevði fiskaprísurin verið, sum tá vit fyri 13 mánaðum síðani vóru í Norra eftir skipinum, høvdu vit óivað havt selt fyri 12 – 15 milliónir krónur meiri. Tí eru fortreytirnar fyri at reka skipið nógv broyttar, men vit stríðast víðari og trúgva uppá, at tað ber til,- sigur hann.

- Áðrenn vit fóru avstað 2. januar í fjør, høvdu vit andakt umborð. Longu tá avtalaði eg við sjómanstrúboðaran, at um eitt ár, so hava vit aftur andakt umborð. Sum sagt, so gjørt.

Vit taka okkum tíð til andaktina, sum hevur týdning fyri okkum umborð. Gott er eisini at upplivað, at bæði eigari og reiðari bakka væl upp um andaktirnar,- sigur Heri Henriksen.

Jógvan I fór avstað í gjárkvøldið og fyrsti túrurin ætla teir at royna við Føroyar.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder