Innanlands

Buldrutur, men góður túrur

Vit eru gjøgnum ristir, eftir at hava roynt vestanfyri Føroyar í 40 dagar, har illveður og stormur vóru nógvar av døgunum, sigur Mortan Mortensen, skipari á frystilínuskipinum Kambi

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2022-02-18 19:23 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Vit eru gjøgnum ristir, eftir at hava roynt vestanfyri Føroyar í 40 dagar, har illveður og stormur vóru nógvar av døgunum. Hevði skipið ikki verið so gott, og hevði dragibrunn, so høvdu vit ikki roynt vestanfyri í tílíkum veðri. Allir menn arbeiða undir dekki, og tí er tað bæði nógv arbeiðsligari og tryggari, enn hjá línuskipum við dragiholi á síðuni.

Tað sigur Mortan Mortensen, skipari á frystilínuskipinum Kambi.

- Vit lógu uppí tvær ferðir og fingu ikki drigið vegna veður. Tá vóru aldurnar upp í 15 metrar.

Fiskur var at fáa og tí royndu vit allan túrin vestanfyri, sigur Mortan.

- Vit seta og kasta boyurnar undir dekki, so tað er trygt at seta. Fleiri ferðir settu vit alla línuna í eitt strekki, og um ikki, so settu vit í tveimum, og nýta ikki miðjur.

Vit fingu 256 tons, sum er brúkiligur fiskiskapur. 145 tons var hýsa og 60 tons var toskur og so nakað av øðrum fiskasløgum, sigur hann.

- Hesin túrurin hevur staðfest meg í, at tað var rætt at keypa eitt skip við dragibrunni, tí umstøðurnar eru betri og tryggari, sigur Mortan Mortensen.

Manningin á Kambi hevði vitjan av koronu, og teir flestu gjørdust sjúkir. Kortini arbeiddu teir alla tíðina, hóast onkur hevði febur ella hostaði eittt sindur í ein ella tveir dagar. 

16 mans eru við Kambur, sum væntandi fer undir Ísland at royna komandi túr.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder