Innanlands

Búgvin góðan túr

Trolbáturin Búgvin, sum í morgun kom á Toftir at landa hevði góða 400 kassar. Teir hava verið úti í seks dagar

Símun Grúkaskarð, skipari á Búgvanum (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Símun Grúkaskarð, skipari á Búgvanum (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2019-08-26 19:27 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin

Í morgun kom trolbáturin Búgvin á Toftir at landa. Teir høvdu verið úti í seks dagar og høvdu góðar 400 kassar.

- Vit hava roynt á landleiðini, eystur úr Svínoynni. Túrurin gjørdist góður, hóast fiskiskapurin var smáligur fyrsta dagin.

- Vit hava 170 kassar av havtasku og so hava vit flatfisk og tosk. Harafturat var sølan góð, tí vit seldu fyri góðar 400 túsund krónur, sigur skiparin á Búgvanum, Símun Grúkaskarð.

- Fiskiskapurin á Landleiðini í ár er nakað tað sama sum síðsta ár. Tað er væl meiri av havtasku at fáa í ár og nakað minni av toski.

Fyrstu túrarnar í ár var væl av tungu at fáa, men nú er minni, meðan tað hevur verið smáligt at fingið av reyðsprøku alt summar. 

- Sum heild meini eg at fiskiskapurin á landleiðini hevur verið góður í ár. Vit kunnu royna á landleiðini til 7. september, so eg rokni við, at vit gera tveir túrar afturat, sigur Símun Grúkaskarð.

Fýra mans eru við Búgvanum.