- Í løtuni royna fýra skip eftir gulllaksi. Tað eru vit og Skoraberg, Vesturbúgvin og Tummas T. Allir hava gjørt brúkiligar túrar.
Í morgun landaði Fuglberg gulllaks á Toftum, meðan Skoraberg landaði í Klaksvík. Hetta er fjórði túrurin í ár eftir gulllaksi og fiskiskapurin hevur verið brúkiligur.
Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð og fekk eitt prát við skiparan, Arvid Petersen. Hann segði millum annað.
- Tað hevur gingist væl á gulllaksinum, tí túrarnir hava verið eina viku hvør og hava ligið frá 240 – 290 tons. Tað er brúkiligur fiskiskapur.
- Vit hava roynt suður móti bretska markinum. Vit byrja gulllaksatíðina sum oftast har suðuri. Støddin hevur ligið frá 360-380 gr, so tað er góð stødd. Okkurt hál hevur gulllaksurin verið størri, sigur hann.
- Í løtuni royna fýra skip eftir gulllaksi. Vit samtrola við Skoraberg, og so eru tað Vesturbúgvin og Tummas T. Allir hava gjørt brúkiligar túrar, sigur Arvid.
(Mynd: Sjómansmissiónin)
- Hvat er prísurin fyri fiskin?
- Hann er 6,60 kr. Tað er heldur meiri enn í fjør, men skuldi veri hægri, tí allur hin fiskurin er farin nógv upp. Tað er tað vit og Vesturbúgvin fáa frá Tavuni. Eg veit ikki hvønn prís Tummas T fær, tí hann landar til Varðan á Tvøroyri, sigur hann.
Sjey mans eru við Fuglberg. Skiparin sigur, at har eru allir aldursbólkar við, tí yngsti maður er 18 ár og tann elsti 67 ár. Arvid hevur siglt við síðani ár 2000 og hevur verið skipari síðani 2003.
Tíð var bæði til prát, Guds orð og bøn.
Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald