Innanlands

Brúgvarvaktsalarmurin virkaði ikki

Skiparin er helst durvaður, tá trolbáturin Olga Maria rendi á land á heimleið fyri ári síðani

(Savnsmynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

(Savnsmynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2019-04-09 10:14 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

”Tá sýnsmaður frá Sjóvinnustýrinum spurdi, um alarmurin var virkin, tí hann vildi testa alarmin, var lykilin ikki at finna”.

Soleiðis stendur at lesa í frágreiðingini frá Sjóvinnustýrinum um óhappið, sum hendi við trolbátinum Olgu Mariu, sum rendi á Kalsoynna á veg heim av fiskiskapi fyri góðum ári síðani 4. apríl 2018.

Olga Maria, sum hevur heimstað í Hattarvík, hevði verið til fiskiskap norður úr Mikinesi og fingið væl av fiski. Um 41 tons vóru innanborða, tá teir fóru at sigla inn tíðliga á morgni meðan tað enn var myrkt.

Fýra mans vóru við Olgu Mariu. Skiparin var á brúnni meðan hinir tríggir arbeiddu fiskin á dekkinum. Stýrt varð við sjálvstýrara, kósin varð sett móti Djúpunum, ferðin var 7,5 knob, sýnið gott, 10 m/s av landnyðringi.

Klokkan 03.22 bar skipið við land undir Húsaeiði á Kalsoynni. Skipið skapp av aftur, og kundi halda leiðina víðari til Leirvíkar, har teir vóru klokkan 4 um morgunin.

Skiparin hevur greitt frá, at hann var troyttur eftir at hava arbeitt út í eitt í hálvtannað samdøgur. Hann var linur, og er helst durvaður, hevur hann greitt frá.

Olga Maria hevur ein brúgvarvaktsalarm, sum eigur at fara í gongd um so er, at tann, sum situr við róðrið, sovnar. Men hesin alarmurin virkaði ikki, stendur at lesa í frágreiðingini frá Sjóvinnustýrinum.

”Í samrøðuni millum skipara og sýnsmann frá Sjóvinnustýrinum kom fram, at brúgvarvakts- alarmurin ikki var virkin. Sýnsmaðurin sá, at lykilin var burtur.

BNWAS er brúgvarvakts.alarmskipan, har vakthavandi skal kvitta fyri, at viðkomandi er vakin. Um hettar ikki verður gjørt, kemur alarmur á brúnni eftir 3 til 12 min. Um hesin alarmur ikki verður kvittaður, fer alarmur víðari runt skipið.

Alarmurin er eisini til, um vakthavandi smellur um. Tvs. um vakthavandi ikki kvitterar, so fer alarmurin víðari runt í skipinum, og harvið kann alarmurin ávara onnur umborð.

Tá sýnsmaður frá Sjóvinnustýrinum spurdi, um alarmurin var virkin, tí hann vildi testa alarmin, var lykilin ikki at finna. Óvist er, hvussu leingi skipið hevur siglt uttan at brúka brúgvarvaktsalarmin, men hesa náttina var eingin alarmur virkin, og tí kundi vakthavandi brúgvayvirmaður lætt durva, um vakthavandi var móður.

Brúgvarvaktsalarmurin skal verða virkin...”, skrivar frágreiðingin.

Eftir at hava landað veiðuna í Leirvík, slapp Olga Maria at sigla til Havnar til kanningar á Mest. Skipið hevði fingið onkran smávegis skaða á lúnningin og skrúvudysuna.

Skipið fór hereftir aftur til fiskiskap, og Sjóvinnustýrið hevur fingið váttan fyri, at brúgvarvaktsalarmurin er virkin aftur. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder