2019-08-03 22:58

Í kvøld mátti vaktarskipið Brimil koma trolbátinum Fiskaklettur til hjálpar, tá hann fekk maskintrupulleikar.
Báturin var staddur eystanfyri Svínoynna, og Brimil var hjá Fiskakletti klokkan 18.15, sigur vakthavandi hjá Vørn.
Brimil sleipaði bátin til Klaksvíkar, og klokkan 21.30 varð boðað frá, at tey vóru komin til Klaksvíkar í øllum góðum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald