Innanlands

Brim Boats skal smíða tríggjar bátar afturat til Bakkafrost

Tá hesir verða handaðir, eru fimm bátar frá Brim Boats í flotanum hjá Bakkafrosti

(Mynd: Brim Boats)

(Mynd: Brim Boats)

2022-09-16 07:31 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Mikudagin undirskrivaði Brim Boats enn ein sáttmála við P/F Bakkafrost Farming. Hann er upp á tríggjar skjóttgangandi arbeiðisbátar av slagnum Seawolf 825 Cabin. 

Teir verða útgjørdir við tild, tveimum Mercury 150 Seapro motorum, fimm fjarða setrum, plottara, radara og góðum arbeiðis ljósi. 

Tá hesir verða handaðir, eru fimm bátar frá Brim Boats í flotanum hjá Bakkafrost, sigur fyritøkan í fráboðan á Facebook.

- Vit í Brim Boats er sera fegnir, um at Bakkafrost hevur valt- og eru væl nøgdir, við okkara bátar, til teirra brúk.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder