2026-01-02 06:59
Uppsjóvarskipið Borgarin er ávegis á Fuglafjørð, har skipið skal landa.
Borgarin hevur verið á sildaveiðu í altjóða sjógvi, men fiskiskapurin er smáligur í løtuni, sigur Kristian Dam, skipari.
Borgarin verður á Fuglafirði seinnapartin, og skal landa veiðuna til Pelagos.
Kristian Dam, skipari, sigur at helst fara teir aftur á sildaveiðu tá ið liðugt er at landa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald