Innanlands

Borgarin skal landa 1600 tons í Kollafirði

Borgarin skal landar veiðuna til Faroe Pelagic

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2019-10-03 06:17 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Borgarin, skal byrja at landa klokkan sjey í morgun.

Upplýst verður, at teir hava verið á sildaveiðu í íslendskum sjógvi, og at fiskiskapurin hevur verið góður.

Teir hava 1600 tons av góðari sild - 390-400 gramm í miðal, sum skal landast til uppsjóvarvirkið Faroe Pelagic í Kollafirði.

Teir vóru á feltinum í hálvt annað døgn, og nógv av sild var at síggja. 

Tá ið liðugt er at landa, verður at landa, veruðr fari aftur til fiskiskap. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder