placeholder
Innanlands

Borgarin komin á Kollafjørð við 450 tonsum av makreli

Borgarin kom á Kollafjørð um middagsleitið í dag

Savnsmynd: Kiran Jóanesarson

Savnsmynd: Kiran Jóanesarson

2019-09-17 17:46 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Borgarin kom á Kollafjørð í dag, har teir skulu landa.

Borgarin hevur verið á makrelveiðu norðanfyri í føroyskjum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Teir hava 450 tons av góðum makreli, og hava nú fiskað makrelkvotuna.

Veiðan verður landað til Faroe Pelagic, og tá ið liðugt er at landa, verður farið á sildaveiðu í íslendskum sjógvi, har nøkur av føroysku skipunum royna. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder