Innanlands

Birita skal landa svartkjaft í Fuglafirði

Birita skal landa 1750 tons av svartkjafti til Havsbrún

Birita (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Birita (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-04-28 20:08 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Birita skal byrja at landa á middnátt.

Birita hevur verið á svartkjaftaveiðu sunnanfyri í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Lastin - 1750 tons av svartkjafti, verður landað til Havsbrún, har sartkjafturin skal framleiðast til mjøl og lýsi, og síðan til fóður.

Tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur á svartkjaftaveiðu.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder