Innanlands

Beinur landað í Fuglafirði

Beinur hevur landað 2.500 tons av svartkjafti til Havsbrún

Beinur (Savnsmynd: Christian Jensen)

Beinur (Savnsmynd: Christian Jensen)

2026-04-09 09:03 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Danska uppsjóvarskipið Beinur er farið av Fuglafirði aftur, har skipið landaði svartkjaft.

Beinur hevur verið á svartkjaftaveiðu í bretskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Talan er um 2.500 tons av svartkjafti, sum bleiv landað til Havsbrún, har svartkjafturin verður framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder