Innanlands

Óttast at menning ikki loysir seg

Frystilínuskipið Jógvan I, sum er útgjørt at skera veiðuna til flak umborð, hevur enn ikki fingið svar frá Fiskimálaráðnum um loyvið til at gera hetta hóðast tað er eitt knapt ár síðani umsóknin varð send

Jógvan I á Toftum fyri fyrstuferð í desember í fjørð (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Jógvan I á Toftum fyri fyrstuferð í desember í fjørð (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-09-29 13:55 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Jógvan I, sum kom í føroyska flotan um árskiftið, hevur útgerð umborð, sum ger tað møguligt at skera veiðuna til flak, men ætlanirnar við hesum eru við at verða sleptar.

- Vit hava útgerð standandi umborð, sum kosta okkum í viðlíkahaldi, og spurningurin um vit skulu gevast við hesum, og bara taka útgerðina úr skipinum, hevur streyfað okkum av og á, sigur Heri Henrikssen, skipari á Jógvan I.

Man hevur í longri tíð vilja havt alla veiðuna hjá skipunum við til lands, so hon kann virkast í Føroyum heldur enn uttanlands, og hesum tekur Heri Henriksen undir við. Men hann heldur, at teir kunnu vera við í kappingini at víðari virka veiðuna umborð, tí hetta ger, at virkir eisini fara at effektivisera seg enn meira.

Heri Henriksen fílist ikki á arbeiðsháttin hjá myndugleikunum, men hann hartar tað, at man ikki fær eitt svar, og at tað skal taka so drúgva tíð.

- Um svarið er nei, sig so tað við okkum, so hava vit í tað minsta fingið eitt svar.

- Eg tosaði við eitt starvsfólk í Fiskimálaránum, men viðkomandi kundi einans fortelja mær, at málið var farið í nevnd, men einki um hvør var í nevndini, hvat umsóknin var komin til ella nakað sum helst. Og tað gav alt onga meining, og tí fer man sjálvandi at sáa iva, um málið yvirhøvur hevur fingið nakra viðgerð, sigur Heri Henriksen, skipari á Jógvan I.

Hava tikið høvd, livur og rogn við til lands

- Vit hava tikið høvd, livur og rogn við til lands, men aftaná korona so hava vit droppað livrina og rogni.

- Høvdini fingu vit somikið lítið fyri, at tað loysti seg als ikki, sigur skiparin á Jógvan I, sigur Heri Henriksen.

Hann vísir á, at teir fingu bjóðað 1,50 krónur fyri høvdini við uggum, men tað eydnaðist so Hera at forhandla seg til ein prís, sum upp á 2 krónur fyri høvdini.

- Tað gjørdi sjálvandi ein mun, men av hesum tveimum krónunum, skuldu vit rinda 1,30 krónur í avreiðingargjøldum og øðrum, sum gjørdu tað óhugsandi at taka hetta við til lands, tí tað gav einki avkast, sigur Heri Henriksen.

Línuflotin verður nýggjari og nýggjari

Ongantíð fyrr í nýggjari tíð, hava vit sæð so stórar útskiftingar í línuflotanum. Ein útskifting, sum vónandi fer at halda áfram, men tað krevur at tað er grundarlag og møguleikar fyri hesum.

Jógvan I, Klakkur og nýggi Kambur eru øll skip, sum eru komin og eru ávegis í flotan innan fyri eitt gott ár.

Hesi trý skipini hava eisini tað til felags, at tey kunnu skera til flak umborð, men um tað verður so drúgt at fáa loyvi, er ivasamt, um tað fer at vera nakað, sum skipini fara at framleiða umborð.

- Man hevur leingi ynskt at fáa nýggjari skip í flotan, og tað er nú eydnast, men um man leggur fót fyri teimum, sum royna at koma við nýggjum vørum, so endar tað við, at skipini ikki verða so framkomin sum man kundi ynskt. Fær man ikki tað burturúr veiðuni, sum man ynskir, og tí loysir tað seg ikki at víðarivirka veiðuna umborð.

- Eitt gott dømi um hetta er hýsan, sum fer óvirkin av landinum og til Englands, har teir síðani virkað hana. Hví skulu vit ikki heldur kunna framleiða hýsuflak umborð?

- Nú hava vit ikki dragibrunn eins og Klakkur og nýggi Kambur, men vit hava flakamaskinur eins og hini bæði fyrrnevndu skipini, og vit trý eru eisini tey yngstu línuskipini í flotanum, Klakkur er nakað væl yngri, men vit eru við í tí dystinum, sigur Heri Henriksen.

Sipað verður til, at um tað dregur út at fáa svar uppá um man kann sleppa at virka nakað umborð, sum gevur reiðarunum og manningum eitt nógv betri grundarlag, so kundi man líka so gott keypt eitt skip, sum var, sum teir eldru frystibátarnir í flotanum.

Skip sum eru í góðum standi, men tað eldri og ikki líka framkomin. Tað hevði verið bíligari, og reiðaríini høvdu fingið tað sama burtur úr, og tí sitið eftir við meira. 

Vilja hava meira burtur úr veiðuni, og tí meira fyri fiskin

- Man vil altíð verða best á sínum øki, og tað er soleiðis í øllum vinnum, spølum og øðrum, men tað eru ikki øll, sum høvdu tímað at stríðst so leingi fyri at fáa eitt ja ella nei frá Fiskimálaráðnum, sum vit hava gjørt. Og tí er tað at vit umhugsað um vit bara skulu leiga ein krana, og síðani taka útgerðina til at skera flak umborð úr skipinum, sigur Heri Henriksen til endans.

Seinastu dagarnar hevur verið at hoyrt um, at Arctic Viking hevur ov vánaligt grundarlag. Ein rækjutrolari, sum hevur hingið í, í nógv ár.

Bjarni Petersen, sum er annar av skiparunum, hevur víst at, at hann hevur eygleitt grønlendsk rækjuskip siglt inn á Kollafjørð, har tey hava landað makrel.

Bjarni vísti í samrøðu við útvarpið á, at teir eisini hava makrelkvotu, men einans 490 tons, og tað er ikki fyri makreltrolið.

Hetta hevur ført við sær, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, hevur sagt, at hann fer at gera sítt til at Arctic Viking fær eitt tryggari grundarlag at reka undir. Men tað er ikki heilt her, Heri sigur at teir eru.

- Vit klára okkum, men vit ynskja at kunna gera eitt nú flak umborð, tí vit hava útgerðina, og tí møguleikan at tjena eitt vet meira enn vit hava gjørt, men tað virkar ikki sum at tað er áhugi fyri tí frá myndugleikunum, og vit skilja ikki hví, sigur Heri Henriksen, skipari á Jógvan I.

Jógvan I er júst komin á Kollafjørð, har teir skulu landa umleið 230 tons, har meginparturin av veiðuni er hýsa og longa, sum teir hava fiskað undir Føroyum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder