2025-10-16 20:26

Partrolararnir Bakur og Stelkur eru komin á Runavík, har parið skal landa.
Parið hevur verið til fiskiskap eystanfyri Føroyar, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Bakur og Stelkur hava hendan túrin fiskað 390.000 pund, har meginparturin av veiðuni er upsi.
Veiðan verður landað til Faroe Origin, og tá ið liðugt er at landa, fer parið aftur til fiskiskap.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald