Innanlands

Arctic Voyager og Norðingur landað svartkjaft í Fuglafirði

Arctic Voyager varð liðugur at landa á middnátt, og tá slapp Norðingur framat

Savnsmynd (Mynd: jn.fo)

Savnsmynd (Mynd: jn.fo)

2019-07-03 07:12 Author image
Kiran Jóanesarson

Uppsjóvarskipini Arctic Voyager og Norðingur hava verið á svartkjaftaveiðu norðanfyri Føroyar, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Upplýst verður, at Arctic Voyager landaði umleið 1200 tons í Fuglafirði. Áðrenn teir komu á Fuglafjørð, landaðu teir umleið 100 tons av svartkjafti til Vestmanna Seafood.

Arctic Voyager varð liðugur at landa svartkjaft til Havsbrún á middnátt, og tá slapp Norðingur framat við umleið 1300 tonsum av svartkjafti.

Svartkjafturin verður framleiddur til fiskamjøl og lýsi, og síðan víðari virkaður til fóður.