placeholder
Innanlands

Arctic Voyager landar svartkjaft í Fuglafirði

Uppsjóvarskipið kom á Fuglafjørð við 1700 tonsum í nátt

Savnsmynd (Mynd: jn.fo)

Savnsmynd (Mynd: jn.fo)

2018-11-28 14:33 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Arctic Voyager hevur verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Upplýst verður, at teir hava umleið 1700 tons av svartkjafti, sum skal landast til Havsbrún í Fuglafirði, har svartkjafturin verður framleiddur til fóður.

Arctic Voyager byrjaði at landa um eitt tíðina í nátt.

Tá ið liðgut er at landa, fara teir aftur á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder