Innanlands

Arctic Voyager landar í Fuglafirði

Arctic Voyager slapp fram at í gjár tá ið Finnur Fríði var liðugur at landa

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

2019-04-16 15:56 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Arctic Voyager byrjaði at landa í Fuglafirði í gjárkvøldið.

Teir hava fiskað svartkjaft í føroyskum skjógvi, og uppslýst verður at teir hava umleið 1500 tons av svartkjafti, sum teir landa til Havsbrún.

Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til fiskamjøl og lýsi, og síðan víðari virkaður til fóður.

Tá ið Arctic Voyager hevur landað, sleppur Tasilaq framat at landa svartkjaft.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder