Innanlands

Arctic Voyager byrjar at landa til Havsbrún í morgin

Arctic Voyager skal landa 1.900 tons av svartkjafti til Havsbrún

Arctic Voyager ávegis á Havnina í gjár, har skipið skuldi bíða eftir landingartørni (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Arctic Voyager ávegis á Havnina í gjár, har skipið skuldi bíða eftir landingartørni (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2023-05-10 16:38 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Arctic Voyager kom á Havnina seinnapartin í gjár, har skipið skuldi bíða eftir landingartørni í Fuglafirði.

Arctic Voyager hevur havt góðan fiskiskap hendan túrin í føroyskum sjógvi, og skulu teir byrja at landa til Havsbrún í morgin.

Tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi.

Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til mjøl og lýsi, og síðan til fóður.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder