Innanlands

Bogi Jacobsen farin frá sum stjóri í Varðanum

Sámal Joensen, tekniskur leiðari hjá felagnum, tekur við sum stjóri fyribils.

Bogi Jacobsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Bogi Jacobsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-09-17 15:29 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Bogi Jacobsen er farin frá sum stjóri í P/F Varðin.

- Bogi Jacobsen og nevndin í P/F Varðin eru komin ásamt um, at Bogi Jacobsen fer frá sum stjóri í felagnum, skrivar Varðin í fráboðan á heimasíðuni.

Bogi Jacobsen hevur verið stjóri í P/F Varðin síðani 2020.

Fyribils stjóri verður Sámal Joensen, sum er tekniskur leiðari hjá felagnum. Nevndin fer nú í gongd við tilgongdina at finna nýggjan stjóra.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder