Innanlands

Arctic Viking skjótt til fiskiskap

Arstic Viking hevur seinastu tíðina ligið á Havnini, har ymiskt er gjørt við skipið

Arctic Viking (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Arctic Viking (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-01-31 20:26 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Blái rækjutrolarin Arctic Viking, sum hevur ligið á Havnini seinastu vikurnar, fer nú skjótt aftur til fiskiskap. 

- Vit hava gjørt ymiskt viðlíkahald umborð, eitt nú hava vit yvirhálað høvðusmotorin, sum hevur koyrt 50.000 tímar, sigur Esmar Petersen, skipari. 

Hann leggur aftrat, at høvðusmotorurin var nýggjur í 2019, so tað passaði fínt at fáa gjørt nú. 

- Arctic Viking hevur ligið á Havnini allan januar, og vit vóna at fara avstað beint sum februar byrjar, sigur skiparin, sum leggur aftrat at skipið fer at fiska rækjur í Barentshavinum. 

Umframt høvðusmotorin, so er annað viðlíkahald eisini gjørt á verksmiðjuni og aðrastanðis umborð.

Tá ið Arctic Viking fer til fiskiskao vera 17 mans við rækjutrolaranum.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder