placeholder
Innanlands

Arctic Viking skal landa rækjur í Føroyum

Talan hevur verið um smáligan fiskiskap hendan túrin

2019-01-01 23:10 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Einasti rækjutrolarin, sum er eftir í flotanum, hevur sett kós móti Føroyum-

Upplýst verður, at teir hava 250 tons av rækjum, sum teir hava fiskað í 50 dagar.

Talan hevur verið um smáligan fiskiskap, men upplýst verður, at støddin er góð.

Bjarni Petersen, sum er eannar skiparin umborð, og ein av eigarunum, upplýsir, at tá ið talan er um so stórar rækjur, so verða tær kókaðar.

Arctic Viking verður í Føroyum í morgin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder