2025-12-18 09:16
Rækjutrolarin Arctic Viking er komin í Ánirnar, har skipið skal landa rækjur.
Arctic Viking hevur fiskað í loynikrókinum, men fiskiskapurin hevur verið sera smáligur.
Við til lands hevur Arctic Viking 150 tons av rækjum, og av tí at fiskiskapurin var so smáligur, varð avgerð tikin um at koma heim til jóla.
Vertíðin frá oktober til februar er ringasta rækjutíð í Loynikrókinum, men av tí at skipið ikki hevur møguleika at royna á øðrum leiðum, var eingin annar møguleiki.
Arctic Viking bygjaði túrin 19. oktober og við á túrinum vóru 17 mans. Skipari var Eirikur Magnussen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald