Innanlands

Annfinnur Garðalíð heldur fram sum formaður

Jón Bogi F. Guttesen og Jóhan Eli L. Poulsen eru nýggir í nevndini í Skipara- & Navigatørfelag

Annfinnur Garðalíð (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Annfinnur Garðalíð (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2018-12-28 19:05 Author image
Sverri Egholm

Skipara- & Navigatørfelag hevur í dag havt ársaðalfund á Hotel Tórshavn, har nevndarval var á skránni.

Seks nevndarlimir stóðu við afturvali. Tveir av nevndarlimunum fullu, og tveir nýggir komu í nevndina. Teir báðir nýggju nevndarlimirnir eru Jón Bogi F. Guttesen, havnastjóri á

Tvøroyrar Havn og Jóhan Eli L. Poulsen skipari á partrolara.

Eftir aðalfundin var nevndarfundur, har nevndin skipaði seg við Annfinni Garðalíð sum formanni og Elias Zachariassen sum næstformanni.

Nevndin hjá Skipara- & Navigatørfelag sær nú soleiðis út:
Annfinnur Garðalíð, formaður
Elias Zachariassen, næstformaður
Jón Bogi F. Guttesen
Ellintur Abrahamsen
Jóhan Eli L. Poulsen
Annfinn Fagraklett
Niels J. Nielsen
Jørgen Nielsen
Jan Haldansen
Jákup Gøthe
Kristin Friis