Innanlands

Anita eitur nú Matilda og er skrásett í Grønlandi

Eitt tað mest umtalaða føroyska skipið í seinastuni er nú skrásett í Grønlandi

2019-10-12 20:59 Author image
Kiran Jóanesarson

Garnaskipið Anita, varð selt av landinum í mars í ár fyri 14,7 milliónir krónur.

Skipið, sum bleiv landskent tann 11. februar í 2014 tá ið ein indonesiskur maður fór út við gørnunum umborð, liggur enn í Spania, har tað hevur ligið seinastu tíðina.

Anita, sum nú hevur fingið navnið Matilda, og heimstað í Narsoq, sum er í sunnarapartinum av Grønlandi.

Hvat skipið skal brúkast til í Grønalndi, ella um skipið skal fiska har, vita vit ikki, og heldur ikki hvørjir eigararnir eru.

Søgan um garnaskipið og felagið Seta, sum átti skipið, er kend eftir at tað gjørdist greitt, at felagið hevði framt fleiri lógarbrot bæði viðvíkjandi fiskiloyvum og manningarviðurskiftum.

Skipið misti fiskiloyviðloyvi, og fór síðan til Spania, har felagið eisini hevði partaeigarar. Felagið Seta varð strikað tann 10. mai í ár, og skipið bleiv selt av landinum.

Reiðari, skipari og stýrimaður vóru allir funnir sekir í rættarmálinum, og teir skuldu gjalda ávikavist 120.000, 40.000 og 10.000 krónur í bót. Rættarmálið tók næstan trý ár.

Indonesiski maðurin, sum varð drigin út við gørnunum var einans 34 ára gamal.

[object Object]

 

placeholder
placeholder