Uttanlands

Ango landar í Egersund

Ango er komin til Egersund, har skipið skal landa umleið 1.000 tons av sild

Ango (Savnsmynd: Marinetraffic/ John Pitcher)

Ango (Savnsmynd: Marinetraffic/ John Pitcher)

2026-01-26 11:46 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Ango er komið til Egrsund, har skipið skal landa sild. 

Ango hevur verið á sildaveiðu í norskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður. 

Skipið skal landa ímillum 1.000-1.100 tons av sild i Egerseund áðrenn skipið fer aftur til fiskiskap. 

Fleiri uppsjóvarskip hava landað í Noregi seinastu dagarnar, og fleiri landingar verða eisini komandi dagarnar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder