
Tíðliga í morgun fór frystitrolarin Hvítanes aftur til fiskiskap. Hann hevur ligið nakrar dagar í Norðhavnini, síðani teir komu frá rækjufiskiskapi í Barentshavinum.
Ymiskt viðlíkahald er gjørt og so er skipið rigga til nýggjan túr.
Í gjár var andakt umborð, og tá fekk sjómanstrúboðarin orðið á skiparan Hallur Laksafoss.
(Mynd: Sjómansmissiónin)
Tá hann var spurdur hvussu hevur gingist síðani Hvítanes fór til fiskiskap, svaraði hann:
- Tað hevur gingist rímiliga væl. Vit hava gjørt tríggjar túrar eftir rækjum í Barentshavinum. Nú er skipið rigga til svartkalvaveiðu, og kósin verður sett á Flemish Cap.
- Er hetta góð tíð til svartkalva?
- Eg veit ikki. Men kønir menn siga, at síðst á árinum plagar at vera væl at fáa av svartkalva har, so tað vóna vit, sigur Hallur.
18 mans fóru við Hvítanesi. Tað var hugaligt at síggja og frætta, at helvtin av manningini var undir 20 ár. Skiparin og stýrimaðurin, Eivind Sørensen(mynd) eru báðir 23 ár og systkinabørn.
Størra helvtin av manningini eru ungir, fótfimir, handfimir, raskir og ágrýtnir føroyingar, sum arbeiða 12 tímar um dagin allar dagar í vikuni, fyri “hørðum valuta” til sín og samfelagið, men sum fáa lítið pláss hjá fjølmiðlunum í Føroyum.
Góðan túr og Jesus fylgi tykkum!
(Mynd: Sjómansmissiónin)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald