
Í dag liggur íslandski pelagiski trolarin Gullberg á Fuglafirði. Teir komu inn vegna vánalig fiskilíkindi, og liggja nú og bíða eftir betri veðrið.
Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð, og har hitti hann fleiri mans, millum aðrar skiparan, Ólafur Óskar Stefánsson.
Uppá fyrispurning hvussu árið hevur roynst, svarar Ólafur Óskar.
- Árið er brúkiligt. Vit fiska mest sild, makrel og svartkjaft. Vit royna eisini eftir lodnu, men tann kvotan sveiggjar nógv frá árið til árs. Í ár var hon líti!
- Vit royna nú eftir svartkjafti við Føroyar. Vit hava roynt í tvey samdøgur, men fiskiskapurin hevur verið smáligur. Veðrið gjørdist so mikið vánaligt, at vit komu inn, og so bunkra vit samstundis, sigur Ólafur Óskar.
(Mynd: Sjómansmissiónin)
Gullberg er bygdur í 1998 og lastar 2100 tons. Hann hevur verið heimahoyrandi í Shetlandi og í Noregi, men er nú heimahoyrandi í Vestmannaoyggjunum.
10 mans eru við og 15 hoyra til skipið.
Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald