Innanlands

Akraberg verður á Fuglafirði mikudagin

Verksmiðjutrolarin hevur havt hampiligan fiskiskap

Mynd: Bjørn Valur Gíslason

Mynd: Bjørn Valur Gíslason

2019-10-07 20:36 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Verksmiðjutrolarin Akraberg hevur fiskað í russiskum sjógvi hendan túrin.

Teir hava fiskað í 33 dagar, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.

Teir hava umleið 900 tons av toski, sum er rundfrystur, og 400 tons av súrløgu nú teir sigla til lands.

Veiðan skal landast í Fuglafirði, og tá ið liðugur er at landa, skulu teir skifta fólk áðrenn farið verður nýggjan túr. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder