Innanlands

Akraberg siglir heim

Verksmiðjutrolarin hevur verið á rækjuveiðu hendan túrin

2020-05-14 20:25 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Akraberg fór í dag at sigla ímóti kontrolpunktinum, og setir væntandi kós móti Føroyum leygardagin.

Teir hava fiskað í góðar tveir mánaðir hendan túrin, og hava umleið 700 tons av rækjum, sum teir skulu landa í Fuglafirði. 

Tað er langt at sigla heim, og vera teir á Fuglafirði seint í komandi viku, upplýsir Eyðun á Bergi, skipari.

 

placeholder
placeholder