Innanlands

Akraberg landar í Norra

Verksmiðjutrolarin kom til Norra í gjár við góðum 600 tonsum av rækjum

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2019-04-03 22:46 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Verksmiðjutrolarin Akraberg kom til Norra í gjár, har teir skulu landa.

Akraberg hevur verið á rækjuveiðu í Barentshavinum, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.

Upplýst verður at teir hava 628 tons av rækjum, sum verða blokkfrystar umborð.

Akraberg hevur verið til fiskiskap í ein góðan mánaða.

Akraberg fer aftur á rækjuveiðu í Barentshavinum í morgin, og skipari verður aftur Erland Olsen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder