Innanlands

Akraberg kom á Fuglafjørð í gjár

Akraberg fekk trupulleikar við spølunum, og mátti bróta túrin av

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

2021-03-06 12:54 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Verksmiðjutrolarin Akraberg, kom á Fuglafjørð í gjár, har teir skulu landa.

Teir hava verið til fiskiskap í Barentshavinum, og komu heim við 660 tonsum av rundfrystum fiski, og umleið 300 tons av slógvi.

Fiskiskapurin hevur verið góður, men teir fingu trupulleikar við spølunum, og máttu tí bróta túrin av, og sigla heim, har spølini mugu umvælsst.

Arbeiðið at umvæla spølini kemur helst at taka umleið tríggjar vikur. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder