Innanlands

Akraberg farin aftur til fiskiskap

Akraberg loysti av Fuglafirði seinnapartin, og hevur sett kós móti Barentshavinum

Akraberg (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Akraberg (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2026-04-17 21:07 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Verksmiðjutrolarin Akraberg kom í síðstu viku á Fuglafjørð, har skipið skuldi landa.

Við til lands hevur skipið 1.300 tons, harav umleið 250 tons er súrløga, sum Akraberg hevði fiskað í norska partinum av Barentshavinum.

Akraberg fór til fiskiskap 3. mars og fiskiskapurin var góður síðsta túr.

Nú er Akraberg aftur ávegis til fiskiskap, og skipari er Eyðun á Bergi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder