Innanlands

Áhugin er drívmegin

- Tað er áhugavert at vera útróðrarmaður, og tí er tað meiri arbeiði enn lønin, sum er drívmegin í útróðrinum. Nú, vit hava ligið í ein mánað, er tað strævið at koma í gongd aftur, sigur Oddmar Niclasen, skipari á útróðrarbátinum Bragd

Oddmar Niclasen (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Oddmar Niclasen (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2021-06-02 18:03 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

-Vit lógu allan mai mánað, tí høgættin er vánalig her norðuri, og so var tað eisini vánalig fiskitíð. Nú hava vit verið tveir túrar hóast vánaliga veiðitíð, og fiskiskapurin er smáligur.

Tað sigur skiparin á útróðrarbátinum, Bragd, í Klaksvík, Oddmar Niclasen.

- Fyrra túrin fingu vit umleið 6300 pund, og í dag hava vit bara umleið 4000 á 50 stampum. Vit hava roynt norðanfyri, og meginparturin av veiðuni er hýsa og so nakað av hvítingi, sigur hann.

[object Object](Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

- Tað er áhugavert at vera útróðrarmaður, og tí er tað meiri arbeiði enn lønin, sum er drívmegin í útróðrinum. Nú, vit hava ligið í ein mánað, er tað strævið at koma í gongd aftur, og tað batnar ikki við árunum, sigur hann skemtandi.

- Vit eru tríggir umborð, og ein í skúrinum. Tað gongur væl at fáa egnt, so tað er deiligt. Síðsta góða árið hava vit bara egnt høgguslok og makrel og ikki goggur, sigur Oddmar Niclasen.

Bragd fer avstað aftur í kvøld.


placeholder
placeholder