Langa bíðirøðin á Sjómannadegnum hevur seinastu nógvu árini verið frammanfyri Fish and Chips-búðina hjá JFK.
Umstøðurnar í búðini eru betraðar ár fyri ár og fyri tveimum árum síðan var ein nýggjur bygningur gjørdur til endamálið.
![]()
Jógvan Hansen, sølu- og rakstarstjóri hjá JFK sigur við Norðlýsið, at aftur í ár eru betraðar.
- Vit ynskja at fólk ikki skulu standa so leingi í kø og tí hava vit økt um okkara framleiðsluføri, har vit enn einaferð hava økt um talið av frityrum, og vit vilja gjarna serverað fleiri portióninir enn vit gjørdu í fjør, sigur Jógvan Hansen við Norðlýsið.
Mett var at enar 7500 portiónir av Fish og Chips blivu serveraðar í fjør, og vónin er at økja um talið í ár.
Aftur í ár eru fleiri kokkar komnir úr Onglandi at gera Fish & Chips.
Sjómannadagurin er í Klaksvík leygardagin 22. august. Alla hesa vikuna eru hópin av tiltøkum í býnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald