Innanlands

600 útkallingar í 12 ár

Michael Thomsen hevur tikið við sum nýggjur umsjónarmaður á Rescue Lív

Michael Thomsen og Jens Hansen (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Michael Thomsen og Jens Hansen (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2020-11-16 20:17 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Boð hevur verið eftir okkum umleið 600 ferðir hesi 12 árini, vit hava havt bjargingarbátin, Rescue Lív. Tað hava verið sleip, sjúkraflutningur úr Nólsoy, leitingar og sigling fyri løgregluna, sigur fyrrverandi umsjónarmaðurin á Bjargingarbátinum, Rescue Lív, Jens Hansen.

- Øll 27 fólkini eru sjálvboðin, og vit hava eina fjúrtan daga vaktarskipan, so altíð tvey hava vakt á hvørjum plássi umborð. Tað eru fýra hold á fýra fólk, so tað eru í veruleikanum átta fólk, sum hava vakt í senn, sigur hann.

- 1. november tók Michael Thomsen, við sum nýggjur umsjónarmaður, samstundis sum vit tóku nýggja bjargingarbátin, sum fyribils eitur Tanum, í brúk. Vit fara at hava eina hátíðarløtu, tá nýggi báturin fær navnið Rescue Lív.

- Nýggi báturin, er væl størri enn tann, vit hava havt, og tí er ov grunt í Vágsbotni til hansara. Hann liggur tí fyribils undir Skeiva Pakkhúsi, til Álaker er liðugt, tá fáa vit eitt fast pláss har, sigur Jens Hansen.

Fleiri av manningini á Lív, saman við “fjallabjargingarfólkunum,” vóru við til alla halganna minningarhaldið í Havn, sum Føroyska Sjómansmissiónin skipar fyri, har tey eisini løgdu ein krans. Tá vórðu myndir tiknar við minnisvarðan í Viðarlundini.

placeholder
placeholder