Innanlands

- Vit hava keypt okkum eitt arbeiðspláss

- Vit hava keypt Búgvan tí vit vilja og dáma hetta lívið, sigur ein av eigarunum

Ísakur Petersen, ein av eigarunum (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Ísakur Petersen, ein av eigarunum (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2019-05-24 19:42 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin

- Vit hava keypt Búgvan tí vit vilja og dáma hetta lívið. Samstundis skal sigast, at Dýrindal, sum vit keyptu í fjør, hevur bara fiskidagar til umleið hálvt ár, og sum tí manglar dagar. Búgvin hevur fleiri dagar og so kunnu vit deila dagarnar millum bátarnar. Nú vóna vit so, at báðir bátarnir kunnu liva av teimum døgum vit nú hava.

Tað sigur Ísakur Petersen, sum er ein av eigarunum av trolbátinum Dýrindal og sum nú eisini hava keypt Búgvan.

- Um hetta er ein skilagóð íløga, kemur tíðin at vísa. Hetta lívið er spennandi og fiskiskapurin hevur verið góður, og tí eru vit bæði hugaligir og spentir. Vit hava ikki keypt Búgvan fyri at gerast ríkir, men fyri at hava eitt arbeiðspláss, sigur Ísakur.

Tveir av Dýrindali eru farnir umborð á Búgvan og tveir av Búgvanum eru farnir umborð á Dýrindal, og tí eru fýra garvaðir men við báðum bátunum.

Bæði Búgvin og Dýrindal eru farnir á Landleiðina, sum opnaði á midnátt. Landleiðin er ávís økir inn at seks fjórðingum úr landið, har smærru trolbátarnir hava loyvið at royna eftir flatfiski, so sum tungu og reyðsprøku, við nakað av hjáveiðu av øðrum fiski.

Áðrenn Búgvin fór avstað, hevði sjómanstrúboðarin andakt umborð. Biðið var eisini fyri báti, manning og teirra kæru. 

placeholder
placeholder