Innanlands

- Vit fara ikki á rækjuveiðu

Nú reiðaríið bara hevur eitt skip í Barentshavinum, hava vit nóg mikið av toska- og hýsukvotu til at kunna royna meginpartin av árinum, sigur John Fuglø, skipari á Gadus

John Fuglø, skipari á Gadus (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

John Fuglø, skipari á Gadus (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2019-05-02 22:05 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Hóast Akraberg er á rækjuveiðu og tað ljóðar, at Enniberg eisini skal eftir rækjum, so fara vit ikki. Tað eru tvær góðar grundir fyri tí. Nú reiðaríið bara hevur eitt skip í Barentshavinum, hava vit nóg mikið av toska- og hýsukvotu til at kunna royna meginpartin av árinum. 

Harafturat kann Gadus bara royna við einum troli, tí motorurin er ikki nóg stórur til tvey trol. Skip sum fiska eftir rækjum í dag royna við minst tveimum trolum og nøkur við trimum.

Tað sigur John Fuglø, skipari á Gadus, sum fór nýggjan túr týskvøldið.

- Vit fara óivað fyrst í norskan sjógv at royna eftir hýsu. Síðani verður farið í russiskan sjógv ella til Svaldbard eftir toski. Allar kvoturnar skulu helst fiskast upp í árinum, og tí kunnu vit ikki altíð liggja á bestu toskaleiðum- sigur hann.

- Lívið og arbeiðið umborð gongur dagliga sína vanligu gongd, og allir menn vita hvat teir skulu gera. Ein vikulig løta er tó ørvísi og tað er sunnudag, tá vit hava møti. Tá samlast vit í messuni og syngja nakrar sangir, og onkur hevur eitt orð og bøn. Vit hava møtið hvønn sunnudag tá tað liggur fyri. Onkrar túrar hevur tað eydnast at havt møtið hvønn sunnudag. Eg haldi, at mennirnir eru glaðir fyri tað, sigur John Fuglø.

32 mans eru við Gadusi og tvær manningar hoyra til skipið, og tær sigla við annanhvønn túr.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder