Innanlands

-Okkara skylda at økja framleiðsluna av laksi

-Havandi í huga okkara staðseting í Norðuratlantshavinum og tær risastóru avbjóðingar, sum heimurin hevur at tryggja nóg mikið av heilsugóðum og burðardygt framleiddum mati til vaksandi fólkatalið í heiminum, so halda vit tað er okkara skylda at økja framleiðsluna av laksi

Rúni M. Hansen, nevndarformaður í Bakkafrost saman við stjóranum Regin Jacobsen.

Rúni M. Hansen, nevndarformaður í Bakkafrost saman við stjóranum Regin Jacobsen.

2022-04-30 15:20 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta segði nevndarformaðurin í Bakkafrost, Rúni M. Hansen í síni formansfrágreiðing til aðalfundin hjá Bakkafrost í gjár. Hann vísti á,  at sambært íløguætlanini væntar Bakkafrost at økja tøkunøgdirnar til 150.000 tons í kruvdari vekt í 2026 og samstundis at útbyggja framleiðsluorkuna til 180.000 tons og fyrireika burðardyggan vøkstur. Sí formansfrágreiðingina her:

[object Object]

Rúni M. Hansen, nevndarformaður í Bakkafrost


Brynja felagið til framtíðina

Í september 2021 hevði Bakkafrost íleggjaradagar í Føroyum, ið vanliga verða hildnir annaðhvørt ár. Har legði Bakkafrost fram íløguætlanir og strategi hjá samtakinum fyri 2022-2026. Bara íløgurnar í 2022 verða sera stórar, heilar 1,7 milliardir krónur. Av hesum verða 1,1 milliardir nýttar í Føroyum og 600 milliónir verða nýttar í Skotlandi. Endamálið við íløgunum er at brynja felagið til framtíðina við at minka um lívfrøðiliga váðan, betra um kappingarførið og skapa burðardyggan vøkstur. Umframt hetta skapa tær stórt íkast til samfelagið.

Stóra broytingin fyri virksemið í Skotlandi er stórsmolt strategiin, sum minkar lívfrøðiliga váðan, betrar effektivitetin, lækkar kostnaðin og gevur møguleikar fyri vøkstri. Ein onnur strategisk raðfesting er “Eitt Felag”-ætlanin, ið hevur til endamáls at so líðandi renna føroyska og skotska virksemið saman í eitt, og sum byggir á styrkir, bestu arbeiðshættir og mannagongdir hjá báðum pørtum.

[object Object]

Okkara skylda at framleiða heilsugóðan mat til vaksandi fólkatal

Havandi í huga okkara staðseting í Norðuratlantshavinum og tær risastóru avbjóðingar, sum heimurin hevur at tryggja nóg mikið av heilsugóðum og burðardygt framleiddum mati til vaksandi fólkatalið í heiminum, so halda vit tað er okkara skylda at økja framleiðsluna av laksi. Laksur er ein tann mest burðardygga og tilfeingiseffektiva keldan til heilsugóð protein, og við at økja um framleiðsluna kunnu vit geva okkara íkast til at fremja neyðugu broytingina til meira burðardygga matvørunýtslu.

Bakkafrost er einastandandi væl staðsett í einum av bestu økjunum í heiminum til laksaaling við framúr góðari og burðardyggari atgongd til marina rávøru til framleiðslu av fiskafóðri. Sambært framløgdu íløguætlanini væntar Bakkafrost at økja tøkunøgdirnar til 150.000 tons í kruvdari vekt í 2026 og samstundis at útbyggja framleiðsluorkuna til 180.000 tons og fyrireika burðardyggan vøkstur.

[object Object]

Tillaging av virkseminum gjøgnum broytingartíðir

Á mangan hátt hevur 2021 verið eitt vegamót fyri Bakkafrost. Hetta var annað árið á rað við marknaðarórógv orsakað av covid-19 farsóttini, men har vóru eisini tekin at síggja um normalisering ígjøgnum fyrra hálvár av 2021. Samanumtikið hevur Bakkafrost klárað seg væl ígjøgnum farsóttina. Heilsan og trygdin hjá okkara starvsfólki hevur havt hægstu raðfesting, og Bakkafrost hevur tillagað virksemið so øll eru komin væl burturúr farsóttini. Framleiðslustøðið er eisini varðveitt, og Bakkafrost hevur megnað at stýrt trygt ígjøgnum váðasjógvin, ið stóðst av nýggjum og broyttum marknaðartreytum. Í 2021 eru vit so við og við sloppin burturúr farsóttini, og virksemið hjá Bakkafrost er minni og minni ávirkað.

Høvuðsváðarnir í laksaaling eru lívfrøðin og marknaðurin

Vanliga verður sagt, at tað eru tveir høvuðsváðar í laksaaling: marknaðarváðin og lívfrøðin. Bakkafrost hevur verið hart rakt í Skotlandi innan báðar hesar váðar seinastu tvey árini. Tá Bakkafrost keypti The Scottish Salmon Company í fjórða ársfjórðingi 2019, var greitt, at tørvur var at gera stórar íløgur í virksemið, og at tað fór at taka nøkur ár at broyta gongdina. Fyrstu árini aftaná yvirtøkuna fóru væntandi at verða trupul. Kortini var tað ikki væntað, at covid-19 marknaðarórógvið og stóru lívfrøðiligu avbjóðingarnar í Skotlandi seinna hálvárið fóru at raka samstundis.

Skotland vónandi sloppið úr ringastu brotasjógvunum

Nógvar betringar eru longu gjørdar í virkseminum hjá Bakkafrost í Skotlandi. Her verður hugsað um íløgur í smoltstøðir og alivirksemi á sjónum. Afturat hesum eru bestu arbeiðshættir og mannagongdir deildar millum Føroyar og Skotland fyri at fáa tað besta burturúr. Vit vænta, at við broytingunum, sum longu eru gjørdar í Skotlandi, teimum sum eru í gongd og teimum, sum verða gjørdar í 2022, so er virksemið í Skotlandi sloppið úr ringastu brotasjógvunum, og vit fara at síggja munandi betringar.

[object Object]

Stórar íløgur í Føroyum til tess at styrkja um virksemi

Virksemið hjá Bakkafrost í Føroyum er sterkt og í áhaldandi menning. Stórar íløgur eru gjørdar í smoltstøðir fyri at framleiða smolt, sum eru um 500g. Eisini er framleiðsluorkan vaksin ígjøgnum virðisketuna fyri at røkka eina framleiðsluorku á 100.000 tons í kruvdari vekt. Ikki allar ætlaðar íløgur eru lidnar, men halda fram sum ætlað. 2021 var fyrsta árið, tá økta framleiðsluorkan, orsakað av stórum smolti, sást aftur í tøkunøgdunum hjá Bakkafrost. Hetta er bara byrjanin, tí fulla gagnnýtslan av stórsmoltstrategiini hevur ikki víst seg til fulnar, men tað fer so við og við at koma til sjóndar komandi árini.

Vit leggja stóran dent á burðardygd í okkara virksemi og hava bundið okkuim til at minka okkara vav 1 & 2 kolevnisútlát við 50% í 2030. Harumframt hava vit sett okkum sum mál at minka okkara vav 3 kolevnisútlát við 52% per tons av framleiddum laksi í 2030 umframt einki útlát í 2050.

Hetta eru framsøkin, men kortini ikki ógjørlig mál, og vit ætla at gera okkara part at minka um útlátið av vakstrarhúsgassum. Málini eru tó eisini tengd at okkara veitarum, og um vit skulu røkka málunum krevst framskygni og breitt og tætt samstarv við okkara áhugapartar.

[object Object]

Vænta góðan marknað

Um vit hyggja eftir laksamarknaðinum, so er gongdin vend. Fyrsta ársfjórðing í 2022 eru laksaprísirnir methøgir og eftirspurningurin stórur frá matvøruhandlum, matstovum og øðrum kundum.

Núverandi javnvág millum útboð og eftirspurning ger, at tað eru útlit fyri góðum laksaprísum.

Stúrin um kríggið í Ukraina

Vit eru stúrin um kríggið í Ukraina og ógvusligu avleiðingarnar, sum tað hevur fyri fólkið í øllum økinum, og vóna eina skjóta loysn.

Afturbering til partaeigarar

Nevndin skjýtur upp á aðalfundinum, at vinningsbýtið verður 5,14 kr. fyri hvørt partabræv. Hetta svarar til eitt samlað vinningsbýti á 304 mió. kr.

Tøkk til okkara starvsfólk

Vegna nevndina fari eg at takka øllum starvsfólkum í Bakkafrost samtakinum fyri heilhuga, nærlagni og ágrýtni í arbeiðinum í 2021, segði Rúni M. Hansen í síni formansfrágreiðing til aðalfundin hjá Bakkafrost.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder