Innanlands

- Hetta skal hjálpa okkum at menna og framleiða lemmar

Rock Trawldoors í Vági var eitt av feløgunum, sum fekk tillutað menningarkvotu í gjár

Mynd: Rock Trawldoors

Mynd: Rock Trawldoors

2018-08-15 06:34 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Níggju av 38 umsøkjarum fingu í gjár part av menningarkvotunum. Eitt av feløgunum, sum fekk part av menningarkvotunum var Rock Trawldoors í Vági. 

Felagið fekk eitt tvey áramál av menningarkvotunum, og talan er um 1360 tons av svartkjafti.

- Ætlanin er at hetta skal vera við til at økja um menningina og framleiðsluna av lemmunum hjá okkum, sigur Petur Symphor Kjærbæk, sum er ein av eigarunum í Rock Trawldoors.

Hóast teir hava fingið ein part av menningarkvotunum, so er ætlanin ikki at keypa skip.

- Av tí at endamálið hjá okkum er at menna og framleiða lemmar, so er ætlanin ikki at keypa skip, so tað verður eitt annað skip, sum kemur at fiska okkara kvotu, og á tann hátt megna vit at menna okkara vørur, sigur Petur Symphor Kjærbæk í viðmerking við Portalin.

Petur Symphor Kjærbæk sigur víðari, at enn er alt so nýtt, og tí er heldur ikki so nógv avgjørt enn, men sigur, at teir vóna sjálvandi at menningarkvotan verður fiskað við føroyskum lemmum. Eitt nú hevur Finnur Fríði teir eyðkendu Sea Eagle lemmarnar hjá Rock Trawldoors, og hesir hava roynst væl.

Hetta slagið av lemmum eru eisini royndir í Grønlandi, og er tað grønlendsku trolarin Svend C og Tuugaalik, sum hava brúkt hesar, og manningin letur sera væl at.

Nú verður farið í gongd við tað fyrireikandi arbeiðið, sum skal gerast áðrenn farið verður í gongd, sigur Petur Symphor Kjærbæk.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder