 
  Í sambandi við Laksatorgið, ið er árliga summartiltakið hjá Runavíkar kommunu, skipar Bakkafrost fyri einum tiltaki ið nevnist : Visión og mál fyri føroysku laksaalivinnuna.
Tiltakið er fyri almenninginum og byrjar við framløgum frá Regini Jacobsen, forstjóra á Bakkafrosti og Høgna Hoydal, vinnumálaráðharra. Eftir framløgurnar verður pallborðskjak um sama evnið.
Luttakarar verða:
 Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri
 Magnus Rasmussen, løgtingsmaður og fyrrverandi vinnumálaráðharri
 Høgni Hoydal, vinnumálaráðharri
 Regin Jacobsen, forstjóri í Bakkafrost
 Bill Justinussen, fyrrverandi løgtingsmaður
 Orðstýrari: Jón Brian Hvidtfeldt
Tiltakið er ókeypis og verður í Kassavirkinum hjá Bakkafrosti leygardagin 22. juli kl. 13.
 
  
 
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald