Innanlands

Virkið ”NFCS Northern Fish Cold Storage” í Klaksvík vann lutakastið

Í dag var árliga lutakastið um 12.500 kr. millum teirra, ið hava latið fiskamerki inn farna árið – Merkti fiskurin hjá NFCS var ein toskur, 72 cm, sum varð merktur 15. oktober 2018 norðan fyri Føroyar

2023-12-19 17:21 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Havstovan: Í dag var árliga lutakastið um 12.500 kr. millum teirra, ið hava latið fiskamerki inn farna árið.

Tað var virkið ”NFCS Northern Fish Cold Storage” í Klaksvík, sum vann lutakastið.

Merkti fiskurin var ein toskur, 72 cm, sum varð merktur 15. oktober 2018 norðan fyri Føroyar. Fiskurin var fiskaður 19. desember 2018 norðan fyri Føroyar av línubátinum ”Kallanes”. Fiskurin var latin inn til Havstovuna 04. mai 2023.

Í ár var lutakastið á Havstovuni í Havn. Sólvá Eliasen tók tann vinnandi seðilin og Hallbjørg Hansen frá Landsgrannskoðanini helt eyga við, at lutakastið fór rætt fram.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder