Innanlands

Útisiglarar hava vunnið drúgt sakarmál

Heilsutrygd sleppur ikki í Hægstarætt við ósemju um heilsutrygdargjald

(Tilvildarlig mynd)

(Tilvildarlig mynd)

2024-02-21 16:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Danska Processbevillingsnævnet hevur á fundi 7. feburar, tikið avgerð um, at Heilsutrygd ikki sleppur ikki í Hægstarætt við málinum um heilsutrygdargjald.

Hetta málið hevur skjótt 12 ára á baki. Grundin til málið er, at Føroya Løgting hevur samtykt at Føroyar, ígjøgnum Danmark, skulu vera partur av norðurlendska samstarvinum á arbeiðsmarknaðinum. Hetta er gjørt við bæði tvískattavataluni og norðurlendska sáttmálanum um sosiala trygd.

Hesin sáttmálin sigur at ein persónur er sosialt tryggjaður í tí landi hann arbeiðir. At vera sosialt tryggjaður er at hava rætt til barsil, sjúkrapengar, sosialar veitingar o.s.fr. í arbeiðslandinum. Afturfyri hevur persónurin ikki rætt til gjøld í bústaðarlandinum. Møguligt er sostatt ikki at fáa dupult útgjald, og tí er heldur ikki heimild at krevja inngjald í báðum londum.  

Heilsutrygd hevur frá byrjan noktað at viðurkenna, at onki heilsutrygdargjald skal vera goldið, tá føroyingur arbeiðir í øðrum norðurlandi.

Málið var fyrst fyri í kærunevndini, sum kom til, at Heilsutrygd ikki kann krevja heilsutrygdargjald frá persóni, ið er sosialt tryggjaður í øðrum norðurlandi. Kærunevndin viðgjørdi fleiri tíggjutals kærur um hetta.

Heilsutrygd valdi hereftir at stevna tveimum persónum, sum fingu viðhald í kærunevndini. Heilsutrygd segði, at hesi bæði málini eru umboðandi og tí skuldi rætturin takað støðu til hesi málini.

Føroya Rættur staðfesti avgerðina hjá kærunevndini, um at Heilsutrygd ikki kann krevja heilsutrygdargjald.  

Haðani fór málið í Eystara landsrætt, sum staðfesti, at Heilsutrygd hevur stevnt skeivum persónum. Eystari Landsrættur segði, at Heilsutrygd átti at stevnt Kærunevndini.

Í Eystara Landsrætti varð stjórin í Heilsutrygd spurdur av dómaranum hví júst hesir tveir persónarnir vóru valdir út til rættarsak. Stjórin, Egil á Bø, segði, at annar av persónunum er valdur, tí málið hjá honum er umboðandi, og hin persónurin er valdur tí viðkomandi hevur verði ein framstandandi persónur í Antares, ið er áhugafelag fyri persónar, sum sigla við útlendskum skipum.

Hetta drúgva málið sær tí til til at hava fingið ein enda, fyribils í øllumførum. Bíðað verður nú eftir at Heilsutrygd fer undir at endurgjalda teimum persónum, sum av órøttum hava goldið heilsutrygdargjald. Seinasta metingin eigur, at at talan er um millum 30 og 40 milliónir krónur tilsamans.

Kelda: Antares

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder