Innanlands

Útfluttu fisk fyri 13,2 milliardir

Útflutningsvirðið av flestu fiskasløgunum vaks, meðan útflutningsvirðið á fóðri og fiskamjøli minkaði

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2026-07-17 11:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í tíðarskeiðnum juni 2025 til mai 2026 varð útflutt fyri góðar 14 milliardir krónur, og fiskavøruútflutningurin var 13,2 milliardir.

Samanborið við undanfarnu tólv mánaðirnar vaks fiskavøruútflutningurin 1,3 milliardir krónur - 11,2 prosent, skrivar Hagstovan.

Útflutningsvirðið av flestu fiskasløgunum vaks, meðan útflutningsvirðið á fóðri og fiskamjøli minkaði.

Útflutningsvirðið á laksi vaks góðar 485 milliónir krónur. Tað er ein vøkstur á 8,3 prosent í útflutningsvirðinum, meðan nøgdin vaks við meira enn 18 túsund tonsum, – ella 18,3 prosent.

Útflutningsvirðið á toski er vaksið knappar 336 milliónir krónur – ella 28,6 prosent. Útflutta nøgdin er vaksin við 4,1 prosenti.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder