2023-11-27 20:31  
  
  Uppsjóvarskipið Tummas T hevur júst landað umleið 900 tons av sild, og nú eigur Tróndur í Gøtu tørn.
Uppsjóvarskipini fiska í løtuni sild í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin er góður.
Eitt av virkjunum, sum virka sild er Varðin Pelagic á Tvøroyri, sum hevur úr at gera við ar virka sildina, sum skipini landa.
Tróndur í Gøtu hevur umleið 1.000 tons av sild við til lands, sum skipið hevur fiskað í føroyskum sjógvi.
 
  
 
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald